Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú er kríggið millum Russland og Ukraina skjótt ársgamalt. Talan er um ein sorgarleik fyri bæði londini. Tað versta við kríggjum er at tað altíð hendir so nógv óvæntað í teimum.

Her hildu flestu eygleiðarar at Russland fór at vinna skjótt, men illa hevur gingist teimum. Hetta er í mestan mun av tí at tað vísir seg at Ukraina er vesturhalt, og at vesturheimurin hevur betri vápn enn Russland. Tað er tí ikki útilokað, at Russland fer at tapa og noyðist at lata frá sær stórar partar av landinum.

Men ein møguligur vandi er, at Russland um tí stendur tap í hendi fer at nýta atomvápn. Vit hava livað við atomvápnum síðan 1945 og hava skúgvað frá okkum tankan um at tey yvirhøvur fara at verða, nýtt aftur.

Men hvat kann eitt land, sum hevur atomvápn, finna uppá at gera um tí stendur tap í hendi? Fer tað at lata sær lynda at fíggindarnir leggja fosturlandið undir seg og býta tað á skinninum tá tað hevur møguleika fyri at nýta so sterk vápn?

Hetta vita vit ikki, tí vit hava ongantíð havt ta støðu, sum vit nú eru í, at tað stendur um lív hjá einum atomveldi.

Tað er tí øll orsøk til frið at venda.

Tí var tað gleðiligt at síggja at Kaj Leo Johannesen heldur at Føroyar skulu bjóða seg fram sum meklari í krígnum millum Russland og Ukraina.

Eydnast hetta fer allur heimurin at hava Føroyum nógv fyri at takka!

Zakarias Wang

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo