Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mynd TB

Mynd TB

Mynd TB

FBF/Føroya Tele-deildin, kvinnur: Fyri góðari viku síðan var skjøtul settur á Føroya Tele-deildina hjá kvinnum, og eyðsýnt er, at greipuvinnararnir seinastu trý árini, SÍ (2023 og 2021) og Fleyr (2022), hava ikki somu styrki, sum tey hava havt seinastu árini. Nýggir avbjóðarar til finaluplássini tykjast serliga at vera TB og Mjølnir, men kappingin er ung enn, og ilt er at spáa, tá liðini bara hava spælt ein ella tveir dystir.
 
TB – SÍ 3-0 (25-17, 25-13, 25-17)
Síðsta kappingarár var TB væl við í kappingini um pláss í FM-finalunum, men endaði á bronsuplássinum. Spennandi verður at síggja, um TB fer at megna at koma í finaluna hetta kappingarárið.  Í hvussu er fekk liðið fína byrjan, tá greipuvinnararnir úr SÍ vórðu sendir norðuraftur við Smyrli við 3-0 tapi í skjáttuni. Hjá TB er bara onnur av teimum útlendsku, Ariana G. Pereyra, við í ár, og heldur ikki roynda Sólvá Dimon hevur verið við.  

Hjá SÍ eru tær tvær útlendsku ikki við í ár, og tá so eisini onkrar av teimum lokalu heldur ikki eru við, so er stórur munur á. Rajko Petrovic er heldur ikki venjari longur. Í hansara stað er Cristiano Rodrigues Campos úr Brasil komin at vera høvuðsvenjari. Hann venur bæði kvinnu- og mansliðini í Føroya Tele-deildini og er harumframt ungdómsvenjari.  

Mjølnir – Fleyr 3-1 (25-20, 20-25, 25-19, 25-19)
Mjølnir, sum vann 7 av sínum síðstu 8 dystum seinasta ár, legði fyri við at vinna 3-1 á Fleyr, sum nú hevur tapt báðar sínar fyrstu landskappingardystir, eftir at hava vunnið á SÍ í stórsteypadystinum. Í fjórða setti var Fleyr aftanfyri við seks stigum, men bardi seg upp á 17-17, men stríðið var til fánýtis, tí Mjølnir vann næstu fimm bóltarnar á rað, og settið 25-19. Ragnar í Haraldstovu, sum gjørdist venjari hjá Mjølnir seinasta kappingarár, er aftur venjari í ár. 

Hjá Fleyr spælir Iuliia Kuvshinova ikki í ár, og heldur ikki Tóta Búadóttir, sum er í Danmark. Hinvegin er veteranurin Anja S. Danielsen komin aftur. Fyri Fleyr hevur tað verið smeitur, at Emma Michala Sannino ikki hevur spælt eftir skaðan, hon fekk í stórsteypadystinum.  

Fleyr – Dráttur 2-3 (15-25, 25-22, 25-20, 24-26, 12-15)
Fyrra dystin hjá sær tapti Fleyr fyri Drátti eftir spennandi fimmsettara. Frammanfyri 23-19 í fjórða setti mundu tey flestu halda, at Fleyr hevði sigurin í pottinum, men Dráttur javnaði tó til 23-23. Fleyr vann kortini næsta stigið og fekk dystarbólt, men Dráttur yvirlivdi og vann ístaðin settið 26-24. Í javnbrótaranum var javnt við 9-9, tá Dráttur fór trý stig framum, men hóast Fleyr minkaði um munin niður í eitt stig, so helt Dráttur høvdið kalt og vann 15-12. 

Hjá Drátti gjørdi slovenska Tereza Kerparová góðan mun. Hon er eisini venjari saman við Vladimir Hauriska. Venjararoyndir hava tey bæði m.a. úr Danmark og Svøríki.

Ternan – KÍF 0-3 (11-25, 23-25, 27-29)
Ternan, uttan úrmælingarnar Birgit Guttensen og Sofíu Purkhús Splidt, fekk veruliga oyruni í maskinuna í fyrsta settinum ímóti KÍF. Men Ternan menti seg sum frá leið, og lítil munur var í øðrum setti, og í triðja setti hevði Ternan settbólt, sum tó ikki varð gagnnýttur, og so vann KÍF ístaðin dystin við sínum triðja dystarbólti. 

KÍF hevur í ár sett Veselin Đurović sum venjara. Hann er úr Montenegro, har hann fyrr hevur verið landsliðsvenjari. Sjálvur spældi hann á landsliðnum hjá gamla Jugoslavia í síni tíð. Seinasta kappingarár endaði KÍF aftast í landskappingini við bara trimum sigrum.

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:

Lið          Dystir / Stig
TB                   1 / 3
KÍF                  1 / 3
Mjølnir          1 / 3
Dráttur          1 / 2
Fleyr               2 / 1
SÍ                    1 / 0
Ternan          1 / 0
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo