![](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/a/0/csm_Fleyr_-_KIF_4788dce951.jpg)
![](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/a/0/csm_Fleyr_-_KIF_4788dce951.jpg)
FBF Úrslit: Fríggjakvøldið kann KÍF taka eitt stórt fet fram ímóti FM-finaluni, um trý stig fáast í skjáttuna í dystinum ímóti Fleyr, sum verður í høllini á Hálsi kl. 19.
Men tað verður ikki uttan svørðslag, tí Fleyr kann rættiliga blanda seg uppí finalustríðið, um tey trý stigini liggja eftir í Havn, og so verða bert tvey stig ímillum KÍF, Drátt og Fleyr á 2., 3., og 4. plássi.
Myndin er frá 2019, tá Fleyr vann FM eftir tvær rimmar finalur ímóti SÍ, sum báðar endaðu 3-2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo