Havstovan: Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august.
Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir miðal.
Nøgdin av hýsu er væl yvir miðal og ein tann størsta í tíðarskeiðnum, sum kanningarnar fevna um (1996-2024).
Umleið tað sama varð fingið av upsa og longu, sum tey síðstu árini, og tað er nakað undir miðal.
Sum í vár, vórðu fleiri kalvaspraggur fingnar á túrinum, og eru tað nógv ár síðani, at tað er komið fyri á hesum kanningunum.
Magakanningarnar vístu, at toskur og hýsa ótu mest av nebbasild norðan- og vestanfyri. Eystan- og sunnafyri var høvuðsføðin hvítingsbróðir og svartkjaftur. Toskur og hýsa vóru væl í holdum.
Toskur, hýsa og upsi verða stovnsmett seinni í ár í samstarvi við altjóða havrannsóknarstovnin ICES, og verða hesi úrslit almannakunngjørd 29. november 2024.
Túrfrágreiðingin kann lesast her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo