Fyri 11 árum síðani hevði Brian McFadden konsert á Summar Festivalinum. Tað var ein framúr konsert, har McFadden fekk eitt óvanligt samband við áhoyrararnar.
McFadden minnist framvegis konsertina, og nú er hann komin aftur til Føroya at hava konsert.
- Eg gloymi ongantíð konsertina í Føroyum, og eg eri sera fegin um at vera aftur her. Eg havi tosað við onkrar av tónleikarunum, sum vóru við í 2005, og teir gloyma heldur ikki ta konsertina og ta ferðina. Tað var heilt serlig, sigur Brian McFadden.
Hesaferð framførir Brian McFadden saman við vinmanninum Keith Duffy, sum var partur av Boyzone. Brian McFadden var við í Westlife, og teir báðir syngja í kvøld sangir hjá teimum báðu kendu dreingjabólkunum.
Seinnapartin í dag hitti reportarin hjá Summar Festivalinum, Sirið Ingemarsdóttir, Boyzlife og fekk prát við teir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo