Í sambandi við, at júst 20 ár eru liðin síðan fløgan “Framvegis uttan vit” hjá MC-Hár kom út, verður lurtigildi í Reinsarínum fríggjakvøldið 19. januar kl. 22.00.
Tað var 19. januar í 1998, at Føroya tá fúlasta tónleikaútgáva sá dagsins ljós. Rapprokkurin hjá MC-Hár fekk kaldliga móttøku millum ummælarar, men ungdómurin tók tónleikin til sín. Nú 20 ár eftir útgávudagin verður løtan hildin í Reinsarínum.
Við orðum myndum og filmklippum verður greitt frá um útgávuna og síðan verður fløgan sett á og spæld úr enda í annan.
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo