Matur millum mentanir er heitið á einum nýggja afturvendandi tiltakinum, sum Margarinfabrikkin skipar fyri í samstarvi við integratiónssamskiparan í Tórshavnar kommunu. Hendan mánaðin er matmentanin úr Barbados á skránni.
Á leið eina ferð um mánaðin verður ein lekkur mentanarmáltíð gjørd, sum borgarar í kommununi kunnu njóta saman fyri ein sámuligan prís. Í oktober hevði máltíðin sín uppruna í Ukraina, meðan tað er matur úr Barbados, ið borðreitt verður við nú 27. november í Margarinfabrikkini
Atgongumerki kunnu keypast her: Matur millum mentanir - atgongumerki
Umframt at Matur millum mentanir gevur okkum møguleika at njóta ein góðan sunnudagsdøgurða fyri eina yvirkomiliga upphædd, so er endamálið við tiltakinum at varpa ljós á ymsar mentanir, sum borgarar í kommununi koma frá, og soleiðis vera eitt jaligt tiltak í mun til integratión, tollyndi og ymiskleika.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo