Leygardagin kl. 11.30 verður Matiné í Havnar Kirkju við kvinnukórinum Flóð, sum framførir verk eftir millum annað Verdi, Sunleifi Rasmussen og Paula í Sandagerði.
Flóð er eitt av nýggjaru kórunum í landinum, undir leiðslu av Benjamini Gaasedal. Flóð hevur verið virkið í nærum tvey ár, og telur Flóð nakrar av fremstu og royndastu kórsangarunum í Føroyum. Ein stórur partur av kórinum stavar frá Cantabile, sum í nógv ár hugtók áhoyrarar, eitt nú við fløguútgávu og framførðslum við Hanusi G. Johansen.
Flóð hevur ment seg til eitt væl samansungið kór, við mongum framførslum, eitt nú á kórfestivali í Norðurlandahúsinum í farnu viku.
Nú nýggja kórið hevur sett stavnin ímóti hægri tindum, bjóðar Flóð til inniliga og serstaka konsert, sum verður í Havnar Kirkju, og byrjar kl. 11.30.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo