![Kroatia Marokko](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/0/5/csm_Kroatia_Marokko_e5b0b18876.jpg)
![Kroatia Marokko](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/0/5/csm_Kroatia_Marokko_e5b0b18876.jpg)
Í dag klokkan 15 er bronsufinalan í HM-endaspælinum hjá monnum á skránni.
Marokko og Kroatia bresta saman í dystinum um 3. plássið.
Liðini bæði hittust eisini í bólkaspælinum fyri nøkrum vikum síðan, og tá endaði tað 0-0.
Sjálv finalan í kappingini millum Frakland og Argentina er í morgin klokkan 15.
Argentina vann 3-0 móti Kroatia í hálvfinaluni, meðan Frakland vann 2-0 móti Marokko.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo