Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Markus í Nornastovu vildi fegin takka fyri jólapakkan, men visti ikki, hvør hevði latið hann.

Anita Skoradal er fegin um at kunna geva jólapakkar til føroyskar sjómenn, men saknar at fleiri ungar kvinnur koma við í sjómanskvinnuringarnar.

Markus í Nornastovu vildi fegin takka fyri jólapakkan, men visti ikki, hvør hevði latið hann.

Anita Skoradal er fegin um at kunna geva jólapakkar til føroyskar sjómenn, men saknar at fleiri ungar kvinnur koma við í sjómanskvinnuringarnar.

Føroysku sjómenninir eru sera takksamir fyri jólapakkarnar frá sjómanskvinnuringunum. Men tað er ikki altíð, at teir fáa at vita, hvør hevur givið pakkan og harvið eigur tøkkina.

Soleiðis var hjá stýrimanninum á flakatrolaranum Gadusi, Markusi í Nornastovu.

Teir eru til fiskiskap í Barentshavinum, og tá Markus lat sín jólapakka upp, fekk hann eina brølapu og ein bommpakka. Men onki kort var í pakkanum, og tí fekk hann ikki takka rætta persóninum, men noyddist at senda eina tøkk til sjómanskvinnuringin.

Har skrivaði hann millum annað:

- Gleðilig jól og 1000 takk fyri jólapakkarnar frá tær og Sjómanskvinnuringunum kring landið. Vit høvdu eina super jólaløtu við øllum sum hoyrir til. So eitt suff. Vit allir vildu fegnir at kort við avsendara lógu í pakkunum, so vit kundu sent kvinnunum eina tøkk. Vit vóru tríggir mans, sum fingu lekrar bundnar brølæpur og bommpakka, men einki kort var í pakkunum, tíverri. Vit eru sera glaðir fyri pakkarnar, um kort er í ella ikki, men vit vilja fegnir senda eina tøkk fyri teir. Tað fáa vit ikki, tí vit vita ikki hvør gevarin er.

Men í dag kundi Føroyska Sjómansmissiónin so avdúka á síni facebooksíðu, hvør gevarin var.

Tað var Anita Sólsker úr Saltangará, og hon hevði hesi jólini latið ikki færri enn 10 brølapur til jólapakkar frá sjómanskvinnuringunum, og tað hevði hon gjørt eftir ráðum frá manni sínum, sum sjálvur eigur eina slíka húgvu frá henni, og sum helt at tað hevði verið ein frálík jólagáva til ein sjómann.

Anita sigur, at hon vónar, at fleiri yngri kvinnur vilja koma við í sjómanskvinnuringarnar, tí ov fáar ungar kvinnur eru við.

Og so leggur hon afturat:

- At jólapakki frá mær fór at geva so nógva umrøðu, hevði eg als ikki roknað við, men tað er stuttligt og stimbrandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo