Fróðskaparsetrið: Seinasta lestrarárið hevur Marin Eidesgaard, sum lesur bachelor í Sosialvísindum og samfelagsplanlegging á Fróðskaparsetrinum, verið skiftislesandi á universitetinum á Malta. Hon mælir øðrum til at fara á annað universitet sum skiftislesandi, tí tað gevur ein víðkaðan sjónarring, og man mennist bæði fakliga og persónliga. Eftir summarferiuna byrjar hon aftur á Fróðskaparsetrinum fyri at gera seg lidna við útbúgvingina.
Jens Christian: Tú hevur seinasta árið verið skiftislesandi á universitetinum á Malta. Hvat fekk teg at royna júst Malta?
Marin: Eg valdi Malta, tí at tað eisini er eitt oyggjasamfelag. Eg hevði góðar møguleikar at fara til Malta, og eg ivaðist ikki eina løtu í, at eg vildi royna tað. Oyggjasamfeløg eru øðrvísi enn meginlandið, serliga smá oyggjasamfeløg, og tískil er Malta sera relevant fyri ein føroying. Eg havi eisini havt nakrar spennandi lærugreinar her, ið snúgva seg júst um oyggjasamfeløg, t.d. “Sociology of Island Life”. Góða veðrið var eisini ein faktorur.
Jens Christian: Hvussu dámar tær at lesa í Malta?
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo