Í einum drúgvum intervju við amerikanska tíðarritið People greiður Mariah Carey frá um sínar sálarligu trupulleikar.
Stjørnan fekk staðfest líðingarnar longu í 2001 tá ið hon var innløgd á sjúkrahús eftir eitt mentalt samanbrot, skrivar VG.
– Fram til dagin í dag havi eg livað í avnoktan, isolasjón og í støðugum ótta fyri at onkur fór at avdúka meg. Eg orkaði tað rætt og slætt ikki meira, sigur Carey í samrøðuni við People.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo