Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Willum Þór Þórsson úr Íslandi, Agathe Fontain úr Grønlandi og Margit Stórá úr Føroyum

Willum Þór Þórsson úr Íslandi, Agathe Fontain úr Grønlandi og Margit Stórá úr Føroyum

Willum Þór Þórsson úr Íslandi, Agathe Fontain úr Grønlandi og Margit Stórá úr Føroyum

Heilsumálaráðið: Á fundinum hava Margit Stórá og starvsfelagarnir umrøtt eina røð av evnum, sum hava felags áhuga í Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

Tvey høvuðsevnir vóru á fundinum. Fyrra evnið snúði seg um, hvussu heilsuøkið er skipað í teimum trimum londunum, royndir við hesum og hvørjar ætlanir eru fyri framman. Seinna evnið snúði seg um, hvat londini gera fyri at fáa fólk í starv og fyri at varðveita fólk í starvi á heilsuøkinum.

Heilsumálaráðfólkini umrøddu eisini møguleikar fyri tættari samstarv við heimsheilsustovnin, WHO, umframt samstarv millum Føroyar, Ísland og Grønland í sambandi við kreppustøður.

Ráðfólkini eru samd um, at góða samstarvið á heilsuøkinum eigur at styrkjast. Á fundinum gjørdu tey tí av at dagføra samstarvsavtaluna frá 2014.

Harumframt hevur Margit Stórá verið á fundi við leiðsluna fyri grønlendska heilsuverkið. Endamálið við fundinum var at fáa kunning um, hvussu heilsuøkið og heilivágsøkið eru skipa og hvørjar royndirnar eru við hesum.

Í Føroyum verður arbeitt við fyrireikingum um møguliga at yvirtaka Landslæknaembætið. Grønland yvirtók Landslæknaembætið í 1992. Tí hevði Margit Stórá ein fund við Landslæknan fyri at kunna seg nærri um, hvussu skipanin riggar í Grønlandi.

”Samstarvið í Útnorði er sera týdningarmikið. Hóast londini eru ymisk, líkjast vit á fleiri økjum og hava fleiri av teimum somu avbjóðingunum. Vit kunnu læra av royndunum hjá hvørjum øðrum og harvið fáa íblástur til, hvussu vit kunnu loysa okkara egnu avbjóðingar.

Eg eri sera glað fyri, at vit á fundinum samdust um at styrkja tað góða samstarvið, sum vit hava á heilsuøkinum, tí tað er gagnligt fyri okkum øll í útnorði.” sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo