Føroyska Sjómansmissiónin: Í gjár lá grønlendski pelagiski trolarin, Polar Amaroq, á Fuglafirði. Teir høvdu umleið 1200 tons av frystari sild. Teir landaðu fyrst avskurin til Havsbrún, síðani sild til Pelagos áðrenn tað frysta fór upp í Ánunum.
-Útlitini eru góð fyri komandi ár, eisini tí lodnukvotan verður methøg. Tí verður tað kanska ein avbjóðing at fiska allar kvoturnar. Vit fiska eisini makrel og svartkjaft, sigur Guðbjartur, sum er stýrimaður.
18 mans vóru við, og teir fingu jólapakkar frá Føroysku sjómansmissiónini.
-Vit takka hjartaliga fyri jólapakkarnar. Vit hava ongantíð fyrr fingið jólapakkar frá nakrari sjómansmissión, ella frá nøkrum ókendum persónum, so tað verður spennandi. Vit plaga tó at fáa gávur frá reiðarínum, men tað er ikki heilt tað sama sum at fáa frá sjómanskvinnuringunum, sigur Guðbjartur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo