Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Røða hildin í Elduvík sunnudagin:

Í mun til aðrar livandi verur hava vit menniskju fingið vitið í náðigávu, og umvegis tað hava vit frá tíðarinnar morgni eisini havt møguleikan at skapa og ímynda okkum javnfjarar veruleikar. Tá leitað hevur verið burtur frá stævna gerandisdegnum á útróðri, við líggja og haka í bøi og leiðandi kúnna niðan geilina hava ímyndarevnini – onkustaðni í undirvitskuni - hjá fólki skapt stórverk í skaldskapi, myndlist, tónleiki og m.a. manað søgur fram um fiktivar verur, sum partvíst vóru spegilsmyndir av okkum sjálvum. Kópakonan er eitt og marmennilin eitt annað dømi - fyri ikki at tala um allar huldumenninar, sum í sínari tíð skriðu skærir um alt Føroya land.

Sum fólk eru vit so heppin, at vit áttu menn, sum nóg tíðliga kendu tað sum eitt kall, at savna og skjalfesta hendan mentanararvin og leggja hann í tjóðarinnar goymslur. Seinri hava listarfólk materialiserað onkrar av sagnunum í listarlig høpi, blást nýtt lív í tær, og, serliga kend er skurðmyndin - ella klipta myndin - av Marmenlinum hjá Williami Heinesen, sum nú, í dag, fær ein treystan og vælútbornan kappingarneyta her við Vambaklett í Elduvík.

Meðan lítið man vera eftir av huldufólki í Føroyum, ravmagnið foykti dastið av teimum út í gloymskuna, ljósið rak tey burtur, sum døgg fyri sól, so man magnfulla knýti okkara við havið - vit fáa ikki latið eyguni upp uttan at síggja hav - lívgevandi vatn - vera orsøkin til, at aðrar verur úr tí heiminum - havfrýr, sjódreglar, kópakonur og marmenlar – framvegis eru uppi á døgum í okkara dreymasjónum. Eru vorðnar ein partur av okkara mentanararvi, av góðum grundum, tí søgurnar endurspegla eisini ein hugburð úr samfelagnum, tær eru sprotnar úr. Sum tað so flott eitur í dag, - har var altíð eitt poeng.

Søgan úr Elduvík, um skyldmannin Anfinn bónda og Marmennilin, vit bæði Gyðja, omma hansara, eru/vóru slektað í beinari slóð frá Heina Havreka, kann ivaleyst tulkast ymsar vegir, men marmennilin kann hava verið undanførslan dagar, táið lítið var at draga, og atvoldin til frægari veiði, tá hann var innanborðaður. Vit, sum hava livað nóg leingi, minnast læruna frá ommum og mammum um signingina: Gud Fader, Guds Søn, Guds Helligånd.

Krossristingin var m.a. vanlig til tess at verja ímóti omanlopi, tá menn fóru í bjørgini at veiða, og í aktuellu søgnini síggja vit, hvussu magnfull kristna læran eisini hevur verið tá á døgum, tá bert hin risti krossurin kundi halda hugsaðu veruni á grúgvuni og innanborðað á útróðri. Moralurin er, at halda vit ikki fast um grundleggjandi siðvenjur, halda vit ikki fast um treytaleysan trúaraga, so býður ikki í bøtur og vit kunnu koma okkum heilt ella partvíst í óføri.

Nú kom Elduvíkin av kendum orsøkum at standa mær nærri enn flestu aðrar bygdir í landinum, ein langabbasytir mín av Glyvrum giftist norður higar, omma gitna rithøvundin Jørgen-Frantz Jacobsen, og í mong ár hjálpti Trina í Liðanum ommu míni á Langanesi at halda hús sum arbeiðsgenta, tí havi eg hoyrt søguna um Anfinn bónda og Marmennilin síðan eg var smádrongur.

Tí var tað ein sólskinssøga í mínum hugaheimi, tá ein av fyrireikarunum fyri fýra árum síðani greiddi mær frá, at bygdin gekk við einari ætlan um at fáa eitt listarverk upp at standa søgnini til minnis og til heiðurs. Ein køking millum mentanararv og nútíðarlist – tað fær ikki verið meiri sublimt. Síðan hevur hugskotið verið aðalevni í flestu gerandissamrøðum við teir tríggjar í fyrireikingarbólkinum: Rasmus, Dánial Martin og Rodmund. Teir hava verið sera knáir í tilgongdini, men á allari ferðini hevur tað kortini kenst, sum at øll bygdin, og øll tey sum onkursvegna hava fingið hana undir húðina, hava lyft hesa verkætlanina í felag. Eitt solidariskt produkt, ein byrða, sum áhugað, íleggjarar, ættargranskarar, søgugranskarar, kommuna og ikki minst bygdarfólkið sjálvt hava sett seg undir - og borið fram til hendan dag.

Rodmundur Nielsen mundi sum táverandi borgarstjóri vera primus motorur, táið Elduvíkar og Runavíkar kommunur runnu saman í eitt. Tað rúmkaði væl meiri um kommununa enn bara landafrøðiliga høpið og fólkameingið í bygdunum báðum her norðuri – samlaða kommunan flutti seg nú líkasum inn í eina heilt aðra sferu, ikki minst á hinum mentanarliga mótinum og vit fjarðbúgvar, búleikandi í lívd av háum fjøllum og støðugari kyrru, fingu nú møguleikan at líta út á hav, Norðhavið, úr egnari kommunu. Tá vit báðir gamli borgarstjórin búgva í sama grannalagi í heimbygd okkara, á Glyvrum, hava vit av góðum grundum skift mong orð um Marmennilin hesi seinastu árini. Allir stórir motarar hava ein spenningsregulator, fyri at doyva snúningarnar, alternativt steðga kraftarverkinum, um hesir onkuntíð hava hug at fara á flog, upp í reyða feltið, allir, - uttan motorurin á Borgstjóranum. Rodmundi. Havi sjáldan kent slíkan eldhuga, sum hendan, ið er lopin omanav honum í Marmenlamálinum, og man hevur varðhugan av, at samstarvið handan prosjektið hevur verið hendinga gevandi og hevur verið borið uppi av støðugari framdrift og positivari uppdrift. Tað hakaði ongantíð í, teir ristu krossin støðugt, og nú stendur fongurin her, okkum øllum til áminningar um, hvat ið kann koma burturúr, lyfta øll í felag, eisini táið tað snýr seg um at stuðla mentanararvinum og listini.

Táið vit sóu standmyndina í myrkrinum, fram ímóti miðnátt fríggjakvøldið, kundi staðfestast, at valið av listarmanni var hitt rætta. Havnarmaðurin – hálvur slektaður av Húsum á Kalsoynni og hálvur úr Haldarsvík, Hans Pauli Olsen, er tikin úr leikum sum myndahøggari. Vit, sum hava staðið nakað væl á sleipistøð í høvuðsstaðnum, kendu pápa hansara, skipstimbraran Esmar, og tey flestu kennast við onkrar av brøðrum hansara, sum eisini eru listarmenn. Vit báðir Hans Pauli kennast serliga væl úr tveimum høpum – tá bringumyndin av skiparanum og vegaranum úr Vestmanna, John Dam, kom í lag, og seinri táið hann fór í holt við Trónd - gitna høvdingin úr Gøtu. Var landsstýrismaður í mentamálum í fyrra førinum og í fyrireikingarnevndini í seinra førinum. Uttan at hava meiri skil fyri list enn flestu onnur haldi eg meg kunna staðfesta, at hetta listarverkið er hendinga væl frágingið. Tað er til ugganar fyri sál og eygu at skoða, hvussu væl og stórt tað er hugsað, og hvussu neyvt listarmaðurin er farin um allar smálutirnar í standmyndini.

Tað verður tosað so nógv um legitimitet og samleika í okkara tíð, og serliga stóra virðið í dag er, at hugskotið um hesa standmyndina kom úr bygdini og frá fólkinum sjálvum. Hugskotið var eisini við ídni og eldhuga realiserað higani úr bygdini – bæði verkliga og fíggjarliga. Kommunan, sum myndugleiki, hevur í stóran mun sitið á beinkinum, sum eykaleikari, og hevur bara hjálpt til har sum tað tilkom henni og har tørvur var á eini hjálpandi hond. Skal tó staðfesta, sláa fast við sjeytummaseymi, at allir býráðslimirnir í Runavíkar kommunu í hesi setuni hava verið serstakliga játtandi í mun til verkætlanina, og nú bygdin gevur myndugleikanum standmyndina í varðveistlu at røkja, og serstakliga vøkru og harmonisku kringumstøðurnar, sum arkitekturin Høgni Kastalag man eiga mesta yvirskipaða heiðurin fyri, ið at kalla eru eitt listarligt appendix til sjálva standmyndina hjá Hans Paula Olsen - haldi eg meg kunna lova, eisini fyri komandi býráð, at kommunan skal taka sær væl av tí, sum ikki bara er eitt prýði fyri Elduvíkina, men fyri alt land okkara – Føroyar.

Mangt er millum himmal og jørð, varð ofta tikið til, tá ongi ítøkilig prógv vóru fyri einari frásøgn. Ella um okkurt sum var viðurfarist onkrum og var ikki naglafast. Í einum landi, sum er meiri tengt at havinum enn flestu onnur, verða hugkvæmar søgur sjálvandi gandaðar upp í spenningsfeltinum millum land og hav. Tí er søgan um Marmennilin so serliga áhugaverd. Sum gjáarskaldið tók til:

        Men tað, sum aldrin uppundan fjarar,
        er betra helvtin av Føroyalandi.
        Og land at nema, ið havið fjaldi,
        var lív og vísindi miðamansins.

        Dýpið, hitt myrka havdýpið, huldi miðini.
        Á gingu íður, óansaðar.
        Hvør mundi læra miðamannin
        At hoyra streymin og síggja botnin?

Miðamaðurin Anfinn bóndi livdi fyri áleið 4 hundrað árum síðani, og róði út saman við synunum Jákupi, Jógvani, Peturi, Ísaki, Niclasi, Óla, Gutta og einum sum vit ikki kenna navnið á.

Framvegis eru tað miðini sum í stóran mun geva okkum mettuna, hóast veiðihættirnir eru broyttir, eisini tí er hendan standmyndin ein samfelagslig áminning um, at fara væl um gávurnar sum havið gevur okkum, hóast tað onkuntíð kann tykjast veiðimonnum, sum marmenlar gera skálkabrøgd og leggja teimum fótonglar á havsins botni.

Ein annar vinningur í tilgongdini hevur verið, at meiri vitan um høpið, vit savnast um í dag, er fingin á skjal, sum áður bert fanst á mannamunni og tískil kundi farið í gloymskunnar hav, um illa vildi til.

Við hesum fari eg at ynskja okkum øllum hjartaliga til lukku við Marmenlinum.

Takk eiga tit ið lýddu á.

tórbjørn jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo