Enska stórfelagið umsetti fyri yvir 4,9 milliardir krónur í roknskaparárinum 1.juli 2016 - 30. juni 2017.
Felagið upplýsur at umsetningurin var 581,2 milliónir pund. Hetta er ein vøkstur á yvir 558 milliónir krónur sammett við árið fyri.
Sambært roknskapinum so er nettoinntøkan hjá felagnum 80,8 milliónir pund - ella 684 milliónir krónur.
Høvuðsorsøkin til meirinntøkurnar eru nýggja sjónvarpsavtalan fyri Premier League, umframt sjónvarpsinntøkurnar frá Europa League-finaluni sum United vann móti Ajax í Stokkhólmi í vár.
Sjónvarpsinntøkurnar vóru tilsamans 194,1 milliónir pund í roknskaparárinum - ein økning á 38,2 prosent frá undanfarna ári.
Í fjør hevði felagið eina skuld á 260 milliónir pund, men nú upplýsur felagið at hon er niðurgoldin á 213,1 milliónir pund.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo