Partabrævið hjá felagnum stendur til at falla um 9 prosent, tá ið marknaðurin í New York letur upp seinni í dag.
Og sambært Bloomberg, sum vísir til avísina Mail On Sunday, so ætlar Glazer-familjan, sum eigur meirilutan í felagnum, ikki at selja partabrøvini, tí Glazer-familjan er ikki nøgd við boðini.
Talspersónur fyri Manchester United hevur avvíst at gera viðmerkingar til gitingarnar, og sigur tær eru "leysatíðindi og spekulasjónir", við Bloomberg News.
Manchester United shares slide in US premarket trading after a report that the Glazer family plans to take the club off the market after failing to receive offers that match their asking price https://t.co/7RI2LtldgW
— Bloomberg UK (@BloombergUK) September 5, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo