Fróðskaparsetrið: Heimasíðan ger arbeiðið á Máltøknideplinum sjónligt.
Eitt av aðalendamálunum hjá Máltøknideplinum á Fróðskaparsetri Føroya og við øllum virkseminum, sum har fer fram, er at skapa eitt undirstøðukervi til gransking og menning í máltøkni.
Partur av hesum arbeiðinum er at deila og vísa á viðkomandi tilfeingi og amboð. Sumt er viðkomandi hjá øllum føroyskum máláhugaðum, og sumt er meiri ætlað máltøknimennarum. Yvirlitið á heimasíðuni savnar alt tilfeingið á einum staði.
Máltøknidepilin er ein granskingardepil, men stovnar, fyritøkur ella onnur áhugað kunnu seta seg í samband við Máltøknidepilin, um tey hava fyrispurningar ella hava tørv á leiðbeining.
Í løtuni eru fleiri verkætlanir á Máltøknideplinum, m.a. ein tekstinnsavningarverkætlan, nevnd “Miklamálgrunnurin”, ein ph.d.-verkætlan um føroyskan máltøkniligan metingarkarm, kanningar í menningarmøguleikum fyri føroyska teldutýðing umframt at arbeitt verður við smærri uppgávum og máltøkniligum loysnum. Fleiri upplýsingar eru at finna á heimasíðuni.
Trý fólk eru knýtt at Máltøknideplinum. Iben Nyholm Debess er vísindaligt starvsfólk í máltøkni og dagligur samskipari, og harumframt eru tvey verkætlansett starvsfólk. Á heimasíðuni sæst, hvørji starvast á deplinum, og hvørji eru knýtt at deplinum á ymsan hátt.
Tað var í fjør, at Fróðskaparsetrið fekk játtan til at seta á stovn ein máltøknidepil á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini, og Iben Nyholm Debess, granskari í máltøkni og samskipari, fegnast um stóru møguleikarnar í føroyskari máltøkni, og at tað hevur gingið so væl og skjótt at skipa Máltøknidepilin.
Vitja Máltøknidepilin her.https://mtd.setur.fo/
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo