Skúlablaðið: - Eysturskúlin, eg sum serlærari og Sóleyð Tausen, lesivegleiðari, báðar í sertoyminum hjá skúlanum, hava í fleiri ár tosað um, at tað er ein trupulleiki, at vit hava næmingar, sum læra at lesa, læra at týða og duga at lesa, sigur Petry Hádal Johansen.
Men hesi børnini í 1. til 3. flokk læra ikki, hvat tey lesa um, sigur Petry. Tey kenna ikki orðini, sum standa í tekstinum.
- Eg leggi dent á, at hetta eru púra vanlig børn við vanligum førleika at læra, men tey hava antin annað av foreldrunum ella bæði tvey eru úr øðrum londum, og so verður ikki tosað føroyskt heima, tey tosa ofta enskt.
Sambært Petry kenna tey sostatt ikki vanlig føroysk orð og hugtøk, sum verða ein forðing, tá ið tey so skulu skilja tað, sum tey lesa, tí tey vita ikki, hvat hetta eru fyri orð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo