Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Paul Watson varð handtikin í Nuuk seinasta sunnudag, tí hann er eftirlýstur um allan heim fyri sítt umhvørvisaktivistiska virksemi. Japan sigur, at ein hending í íhavinum nærhendis Antarktis í 2010, tá skipið sum Paul Watson var skipari á við vilja rendi á eitt japanskt skip sum fekst við hvalaveiðu, setti lív og heilsu í vanda hjá manningini, umframt elvdi til materiellan skaða. Og tí skal hann ábyrgdast fyri tað.

Í Fraklandi hevur umframt forsetan Emmanuel Macron eisini 89 ára gamla Brigitte Bardot, sum er kendur sjónleikari og djóraverndaraktivistur, staðiliga heitt á Danmark um ikki at útflýggja Paul Watson til Japan. Fólk í Fraklandi, har Paul Watson býr, eru farin at savna inn undirskriftir, og onkur hevur sagt, at málið lættliga kann enda sum málið um wikileaks stovnaran Julian Assange, sum í áravís sat í húsavarðhaldi, tí hann vildi sleppa undan at verða útflýggjaður til USA.

Danskir miðlar skriva, at málið er blivið ein "diplomatisk kattepine" fyri danskar myndugleikar. Í gjár segði uttanríkisráðið við Jyllandspostin, at ein fyribils meting vísir, at ongar juridiskar forðingar eru fyri, at Danmark kann útflýggja Paul Watson til Japan.

Eisini í Fólkatinginum eru røddir frammi sum vilja stuðla Paul Watson. Soleiðis hevur Søren Egge Rasmussen úr Eindarlistanum sagt, at hann er ímóti at Paul Watson verður útflýggjaður til Japan, tí ongin vissa fæst fyri, at hann har fær eina rættvísa viðferð.

Ein avgerð skal takast í málinum áðrenn 30 dagar frá tí at Paul Watson varð handtikin. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo