Tá ið nevndin í úrvalsskipanini Úrval hjá ÍSF í vikuni kunngjørdi nøvnini á teimum, ið fáa stuðul í 2023, vóru føroyskir vektlyftarar fyri fyrstu ferð at síggja á listanum.
Maibrit Reynheim Petersen og Niels Áki Mørk, sum longu eru royndir vektlyftarar, fingu játtaðar ávikavist 40 túsund og 75 túsund krónur í stuðuli til at vinna seg enn longur fram á leið.
Maibrit varð í fjør fyrsti føroyingurin at lyfta undir Merkinum í altjóða kapping. Hon luttók í NM í summar í Finnlandi, har ið hon bleiv nummar fýra í sínum vektflokki.
Niels Áki vann gull í sínum vektflokki, tá ið hann í heyst umboðaði Føroyar við NJM í Íslandi. Niels Áki er sostatt norðurlendskur juniormeistari.
Tey bæði eru flokkaði í úrvalsbólki 2, sum merkir, at tey í løtuni hava møguleika at kappast ímillum tey bestu í Norðurlondum.
Føroya Styrkisamband bleiv stovnað í 2019 sum menningarsamband undir ÍSF og fekk fyri einum ári síðani fullan limaskap í norðurlendska lyftisambandinum NWF.
Umsóknir um limaskap í evropeiska sambandandinum EWF og heimssambandinum IWF verða í løtuni viðgjørdar, og sum skilst er tað ein jaligur stemningur fyri at játta umsóknunum.
Úrval játtaði 14 umsóknum umboðandi 7 ítróttagreinar stuðul til úrvalsítrótt í 2023. Talan er um stuðul til 11 einstaklingar og 3 lið.
Umframt vektlyfting fáa íðkarar og lið frá bogaskjóting, flogbólti, fimleiki, hondbólti, svimjing og taekwondo stuðul úr Úrvali.
28 umsóknir komu inn um úrvalsstuðul í 2023, og søkt varð um tilsamans 5 milliónir krónur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo