Men umdystur mátti til. Amerikanarin Hikaru Nakamura og Magnus Carlsen endaðu við eins nógvum stigum eftir at tey 21 umførini vóru telvað.
Síðani varð umdystur har tvey talv vórðu leikt.
Tað fyrra endaði remi og Carlsen vann tað seinna.
Hetta er triðja árið á rað at Magnus Carlsen vinnur HM heitið í snartalvi.
Carlsen situr nú á øllum trimum HM heitunum.
Hann er heimsmeistari í klassiskum talvi, kviktalvi og snartalvi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo