FSF: Tíðliga í seinna hálvleiki í dystinum móti Póllandi hóskvøldið, varð Hørður Askham vístur av vølli.
Hørður var í hornatøkum við ein póllending, og eftir at VAR hevði gjørt vart við seg, bleiv fríspark dømt til Pólland beint uttanfyri føroyska brotsteigin. Samstundis varð reytt kort givið til Hørð Askham, ið sostatt er leikbannaður til dystin móti Kekkia, sum verður í Plzen sunnudagin.
Í staðin hevur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson sent boð eftir Magnusi Egilsson úr B36, ið higartil er skrásettur fyri tveir A-landsdystir fyri Føroyar.
Til dystin móti kekkum verður landsliðsvenjarin eisini noyddur at síggja burtur frá Gunnari Vatnhamar. Fyri stuttum bleiv Gunnar pápi fyri aðru ferð, og í samband við úttøkuna varð avrátt, at Gunnar Vatnhamar bara skuldi vera við í fyrra dystinum.
EM-undankappingardysturin millum Kekkia og Føroyar verður á Doozan Arena í Plzen í Kekkia sunnudagin 15. oktober klokkan 17:00, føroyska tíð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo