Um nátturatíð i kvøld varð ein væltrimmaður enskttalandi maður í besta aldri ógvuliga harðligur við inngongdina til Hotel Hilton.
Tveir uniformeraðir løgreglumenn eydnaðust so dánt at yvirmanna hann, passivera hann og leggja hann í hondjørn, innan tveir løgrelubilar afturat komu á hotellið, hin seinni við fullum útrykningi.
Útlendskir gestir vóru forfardir um, at ein einsamallur maður kundi elva til slíkan ólevnað á so friðarligum stað, sigur sjónarvitni sum VP hevur tosað við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo