Óhappið hendi í Runavík seinnapartin í gjár, tá ein arbeiðspallur, eitt stillads, har maðurin arbeiddi, koppaði, og maðurin tí datt fleiri metrar.
Arbeiðseftirlitið kannar nú orsøkina til óhappið.
Á politigarðinum verður sagt, at skaðin, sum maðurin fekk av óhappinum var so mikið álvarsligur, at hann er sendur til Danmarkar til viðgerðar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo