Løgreglan fekk boð um hendingina nakað fyri klokkan 7 í gjárkvøldið.
Tríggir útlendingar vóru farnir í hagan vestanfyri Sandavágsháls tá ein teirra var áhaldsin og fór á glið og endaði í einum gili. Boð vóru send eftir tyrluni sum bjargaði manninum og flutti hann á Landssjúkrahúsið.
Maðurin fekk skaða av fallinum men er tó ikki í lívsvanda og hevur tað eftir umstøðunum gott sigur vakthavandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo