Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Dagurin í dag verður vátur, mestsum samregn allan dagin, skrið av suðri við hørðum hvirlum og hitin heilt upp í 9 stig um middagsleitið, tó væl kaldari tá kvøldið nærkast og hann fer niður í vestan.

Mánadagin strúkur í vindi ella hvassur vindur av útsynningi, ælaveður og hitin millum 3 og 7 stig.

Týsdagin skrið ella stormur av lágum útsynningi, fyrst turt men ímóti kvøldi kemur regn og hitin um 7 stig allan sólarringin.

Mikudagin verður stormur við hørðum hvirlum, fyrst av suðri, seinni av útsynningi og vestri, grimdarregn mestsum allan sólarringin og hitin um 8 stig um dagin, men ímóti kvøldi verður kalt, niður ímóti frostmarkinum. 

Hósdagin minkar vindurin sum frálíður niður í ein strúk av vestri, tað verður samdrigið og ælaveður og hitin fyrst um trý stig, seinni upp í eini 7 stig.

Fríggjadagin fer aftur at regna illa, um middagsleitið verður nógvur vindur av lágum vestri eitt skifti, annars melur hann av ymsum ættum og vindferðin verður minni. Hitin upp í 9 stig.

Næsta vikuskifti verður kaldari, hitin verður um ella beint undir frostmarkinum, tað verður vesturætt og vindmegin um hvassan vind, serliga sunnudagin kemur nógv avfall, partvís sum kavi ella vátaslettingur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo