Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin frískar hann vindin av landsynningi og suðri, serliga fyrrapartin, tá verður eisini meira javnt regn, seinnapartin slítur í við sólglottum og hann makar vindin nakað. Hitin sum frálíður upp í 10 stig.

Týsdagin strúkur í vindi ella skrið av suðri, samdrigið og regn serliga tíðliga á degnum, hitin upp í 11 stig.

Mikudagin verður ælaveður allan dagin, strúkur í vindi av suðri og landsynningi, spakuliga minkandi sum dagurin líður, hitin um 11 stig. 

Hósdagin gul av ymsum lágættum, ælaveður tað mesta av degnum men seinnapartin kagar sólin fram, hitin 10-11 stig.

Fríggjadagin frískar hann aftur vindin av suðri ella landsynningi, upp í hvassan vind ella skrið, ímóti kvøldi regn, hitin ímillum 8 og 11 stig.

Næsta vikuskifti verður samregn, hann melur av ymsum ættum og hitin 8-10 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo