Í kjakinum um lív og rættindi hjá ófødda barninum, er ein týðandi trupulleiki niðurraðfestur; lutur mansins í fosturtøkuni. Tá maður og kona liggja saman, tá fær tað fylgjur, og undan hvørjari fosturtøku hevur ein maður havt stokkuta njóting saman við kvinnu, og henda njóting, sum var lítilsvird, fær ógvusligar og óbøtandi fylgjur fyri eitt annað mannalív, sum verður týnt í móðurlívi.
Hesir somu menn rýma undan ruðuleikanum av sínum gerðum og lata kvinnuna einsamalla eftir, teir avkanna sær allar avleiðingar av gerðini, teir vraka umsorganina, ið teir skylda barninum og kvinnuni.
Vit noyðast at standa andlits til andlits við henda veruleika. Um menn vóru meira ábyrgdarfullir mótvegis kvinnum og teimum børnum, sum teir eru við til at seta í henda heim, høvdu vit havt munandi færri fosturtøkur, og lógin, sum nú verður viðgjørd, hevði ikki verið, sum hon er.
Heldur høvdu vit vart lív og staðfest rættin til lív.
Fosturtøka er ikki bara eitt "kvinnumál", tí fosturtøka er eitt týðuligt prógv um sjálvkærar menn, sum vanvirða sínar siðbundnu skyldur.
Fosturtøka endurspeglar eitt óbúgvið samfelag og virðir tess, og byrðan av hesi óunniligu avgerð hvílir alt ov ofta á kvinnuni aleina, maðurin sleppur snikkaleysur, tí hann hevur vrakað sína skyldu.
Ábyrgdin hjá einum manni er at hava umsorgan fyri kvinnuni. Hann skal elska hana, og hon skal vera æra hans. Lívsfrukt teirra skal vera ein gáva, ja, ein krúna hjá teimum. Hann skal stuðla og verja konuna og børn teirra, og hann skal leggja í menningina hjá børnum sínum og elska tey.
Hann skal tala fyri lívinum og virðinum hjá tí ófødda barninum, og at taka sær av konuni gjøgnum avbjóðingarnar í viðgongutíðini og eftir barnsburð. Onkur skírir hetta ótíðarhóskandi, og veit ikki hvussu gott og rætt tað er.
Tað er neyðugt, at maðurin gerst meira enn ein passivur áskoðari í fosturtøkukjakinum. Hann má grundleggjandi broyta sín atburð og áskoðan, tí hann eigur at verða ábyrgjaður fyri avleiðingunum.
Tá maðurin sigur frá sær ábyrgdina, er tað skammiligt og eigur ikki at verða góðtikið, tí hann av røttum skyldar barninum alt, skal hava umsorgan fyri kvinnuni, og skal verða íleggin og ábyrgdarfullur.
Tað snýr seg um eina grundleggjandi broyting í, hvussu ein sær avleiðingarnar av gerðum og gerðarloysi.
Eina ferð, tá ein sáttmáli var lýstur yvir eitt heilt samfelag, varð rópt, "vel nú lívið, so at tú mást liva og avkom títt". Samfelagið skuldi røkja eina mentan, sum virðismetir lív frá gitnaði til natúrligan deyða.
Í dag stendur okkara samfelag meira og meira í greiðari andsøgn við hesa áheitan.
Í dag verður dentur lagdur á sjálvræði og frælsi til at velja, sum einum lystir, oftani soleiðis at tað ger enda á friðhalgaða lívinum hjá teimum minstu.
Ósamsvar við heitorðini er ongastaðni meira sjónligt enn í fosturtøkuni, har sum tað mest virðismikla vit hava, lívsfruktin, børn okkara, verður skorðin og burturbeind.
Vit eru í ferð við at fáa ein hugburð, har avgerðin um at steðga eini viðgongutíð verður sæddur sum ein rættur, sum ein ómakaleyst kann taka, heldur enn at viðurkenna at hetta er ein djúp moralsk avgerð við ævilangum fylgjum.
At virðismeta lív og at verja lív verður alsamt meira sætt sum ein møguleiki millum nógvar aðrar heldur enn ein leiðandi meginregla, og tí flyta vit okkum ímóti einum relativistiskum moralskum karmi, har sum ongi varandi mørk eru og ongin veruligur evstur myndugleiki finst.
Státurin erpar sær tá, men hann er og verður verandi vinglutur og víkir fyri populistisk sjálvsøkin stuttskygd rák, sum gera stóran skaða.
Vit eru enn eina ferð á einum vegamóti.
Vit mugu venda um. At steðga hesi syrgiligu gongd krevur virkna luttøku frá øllum; eisini kúrrum monnum.
Tað er neyðugt við einum stuðlandi ábyrgdarfullum umhvørvi við lívsjáttandi virðum fyri møður og børn, har fosturtøka er eitt óhugsandi val, har liberala fosturtøkulógaruppskotið og virðini handan tí skulu rykkjast upp við rót. Kirkjan, samkoman og samfelagið skal saman veita umsorgan, ráðgeving og stuðul og sýna Kristusar kærleika í gerningum.
Kristus segði "latið smábørnini koma og forðið teimum ikki at koma til mín; tí at himmiríkið hoyrir slíkum til", Hann hevjaði børnini, Hann virðismetti tey, Hann elskaði tey. Tey eru øll børn, sum verða avsøgd, í móðurlívi.
Pápar skulu stimbra synir sínar at liva ábyrgdarfult og ávara teir ímóti at gerast til ómenni vegna gerðarloysi, tá tað ræður um at verja børn og virðismeta lívið í øllum tess menningarstigum - og pápar skulu ganga undan í verkinum.
Ein grundleggjandi mentanarlig broyting skal til, um nøkur vón er fyri, at Føroyar skulu halda seg til gagnliga og góðskuríka kristiliga siðaarvin, ið er tíðarleysur. Nú hava menn møguleika at taka ábyrgd og traðka til - okkara samfelag, okkara kvinnur, og okkara komandi ættarlið hava uppiborið betri.
Takið ábyrgd, verið manniligir, vendið gongdini.
Agnar Falkvard Joensen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo