FSF: Glasstovan við vøllin á Djúpumýru í Klaksvík verður í annaðkvøld, mikukvøldið 17. apríl, karmur um lutakastið til 1. umfar og til fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum.
Í hálvleikinum í dystinum millum KÍ og NSÍ, sum byrjar klokkan 19:45, verður farið undir lutakastið, ið verður víst beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.
Fyrsta umfar verður spælt hósdagin 8. mai, fjórðingsfinalurnar eru á skránni 12. juni, og síðani vera hálvfinalurnar spældar 27. august og 25. september.
Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 5. oktober.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo