USA og Stórabretland lupu í gjár á yvir 60 mál í Jemen á arabisku hálvoynni.
Talan er um eina víðkan av spentu støðuni sum longu valdar.
Iranskt stuðlaða houti rørslan hevur í seinastuni framt fleiri álop á farmaskip sum sigla framvið jemensku strondini. Tað hevur fingið fleiri reiðarí, teirra millum Mærsk, at leypa Suesveitina um, og heldur sigla longru leiðina suður um Afrika.
Houti rørslan sigur seg ætla at halda fram við álopunum á skip sum sigla í Reyða havinum, so leingi sum Ísrael fremur álop í Gaza.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo