Í kvøld fer bólkurin Lukas Graham at spæla á Summar Festivalinum. Tvey ár eru liðin, síðani bólkurin hevði eina av bestu konsertum, sum nakrantíð hava verið á Vágsbøi. Móttøkan, sum Lukas Graham fekk, var eisini framúr.
Síðani tá hevur Lukas Graham fingið veruligt altjóða gjøgnumbrot. Teir hava spælt stórar konsertir í USA, hava verið við í kendum sjónvarpssendingum og vóru tilnevndir til tríggjar Grammy heiðurslønir.
Tí skuldi tað í grundini ikki latið seg gjørt, at Lukas Graham kom aftur til Føroya júst nú, tí allur heimurin togar í teir, og teir hava verið á einari drúgvari heimsturné. Men teir kenna á sær, at teir skylda føroyingum eina konsert fyri móttøkuna, sum teir fingu í Føroyum seinast.
– Vit gloyma ongantíð Summar Festivalin fyri tveimum árum síðani, tí vit vóru ovfarnir av móttøkuni, sum vit fingu, og vit megnaðu ikki veruliga at reagera uppá hana. Nú hava vit ferðast kring heimin og vilja enda okkara konsertferð í Føroyum, sigur Lukas Frochhammer, sum er sangari í bólkinum Lukas Graham.
- Vit ætla at geva tykkum alt í kvøld. Tað verður eitt brak av einari konsert, sigur hann.
Lukas Graham spælir á Vágsbøi í kvøld kl 22:00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo