Marius DC endaði 2022 við at geva út vælumtókta staklagið Slættaratindur á einum av ársins seinastu døgum, og longu nú er Sementvinnarin aktuellur við tveimum nýggjum stakløgum, ið eru tøk á øllum digitalum miðlum í dag.
Løgini Erligur og Honest eru í roynd og veru sama staklag, tó á tveimum málum. Hetta kenna vit longu frá løgunum Flex og Fleks, ið rapparin gav út í oktober í fjør.
Samstundis sum Marius DC í fjør veruliga gjørdi vart við seg á føroyskum, so vaks áhugin fyri honum uttanlands. Luttøkur á Iceland Airwaves í Reykjavík og New Skool Rules í Rotterdam, skaptu yvirskriftir og nógva umrøðu.
Tí er tað eitt tilvitað val, at tey løgini, ið loyva tí verða útgivin bæði á føroyskum og enskum.
Leinkja til løgini er her: https://bfan.link/honest-erligur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo