Lost Frequencies framførir á Okkara Voxbotn 2019, og tað verður eitt DJ-Show í heimsflokki. Glóðheiti belguimaðurin er júst kosin at vera nr. 17 á topp 100 listanum millum bestu DJ´arnar í heiminum.
Hann er fastur gestur á heimsins størsta DJ-festivali Tomorrowland og á Ushuaia Ibiza Club, sum júst er kosið heimsins besta uttandura diskotek.
Hansara sangur “Are You With Me” varð kosin “Hit of the year” í 2016, og nú sleppa føroyingar at uppliva hann á Okkara Voxbotn 2019, sum verður tann 29. juni.
Á streamingtænastunum er tónleikurin hjá honum ómetaliga nógv spældur. Bara á Spotify hevur lagið “Are You With Me” meira enn 458 milliónir spælingar. Hetta eru ørandi tøl, og tað verður eisini ørandi, tá hann trínur á pallin til Okkara Voxbotn 29. juni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo