Skúlablaðið/Sonne Smith: Lopfjølin, sum Barnaverndartænastan, fólkaskúlarnir og Margarinfabrikkin samstarva um, hevur fingið 450 túsund krónur á fíggjarlógini hjá kommununi á fíggjarlógini í 2018.
Hetta er eitt tilboð til børn og ung við ymsum sosialum avbjóðingum, ið hava trupulleikar við at ganga í skúla, so at tey antin kunnu fara aftur í skúla ella standa eina 9. floks próvtøku.
Úrslitini higartil hava verið avbera góð, og hetta eigur at halda fram, heldur Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur og býráðslimur, sum er limur í Trivnaðarnevndini hjá Tórshavnar kommunu.
Kontinuteturin í tilboðnum er, at fastur lærari undirvísir hesum børnum og ungum við sosialum avbjóðingum, og sambært Bjørghild Djurhuus er tað ógvuliga umráðandi, at tað eru professionell fólk, ið eru um tey. Tað er ein tryggleiki hjá teimum at síggja tey somu andlitini, og endamálið er at fáa tey aftur í sín flokk í skúlanum, at fáa tey víðari á leiðini, so at tey ikki steðga upp.
Børnini og tey ungu verða knýtt at sínum heimaflokki, so tey ikki verða slept upp á fjall.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo