Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Faroe Islands: Í vetur skipa Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn fyri eini fyrilestrarøð um burðardygga matgerð í ferðavinnuni. Fyrilestrarnir eru ætlaðir starvsfólki í ferðavinnuni, og endamálið er at geva veitarum íblástur til at menna fleiri burðardyggar loysnir innan matgerð.

Tiltakið Ferðavinna og føroyskar matvørur verður hósdagin 17. februar á Hotel Brandan kl. 13:00-16:30. Á skránni eru áhugaverdir fyrilestrar við m.a. norðurlendskum gestarøðarum, ið greiða frá sínum royndum og servitan at nýta rávørur úr nærumhvørvinum og fyrimunirnar hetta hevur við sær í mun til umhvørvi og góðsku. Vit fara at viðgera, hvussu ferðavinnan í Føroyum kann ganga undan í arbeiðinum at menna og gagnnýta føroyskar rávørur til gagns fyri okkum øll. Høvuðsdentur verður lagdur á tætta sambandið millum matframleiðslu og ferðavinnuna, men vit fara eisini at nema við evnið í breiðari merking innan mentan, umhvørvi og búskap.

Fyrilestrahaldarar eru:
- Andreas Lindberg – Rekur svensku fyritøkuna Bondens Skafferi, bindilið millum framleiðarar, matstovur og matvøruhandlar.

- Sunniva Mortensen – Rekur heimasíðuna Matkovin.fo, talgilt sølutorg fyri staðbundnar føroyskar matvørur.

- Philip Hougesen - Samsøe Madsnedkeri, sum hevur bæði matstovu og vørur við denti á staðbundnum rávørum.

- Jóhanna á Tjaldrafløtti – EMBLA tilnevnd vegna Húsarhaldsskúla Føroya í 2022.

- Elisabeth Skarðhamar Olsen - Ph.d. lesandi, sum granskar staðbundna matbúskapin í Føroyum.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding á www.atgongumerki.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo