Seinasti Boeing 747 er farin av verksmiðjuni og slóðbrótandi flogfarið verður nú ikki framleitt meira.
Talan var veruliga um ein varða í flogsøguni, tá Boeing í 1969-70 lat fyrsta flogfarið, sum í fyrstuni í veruleikanum var mest hugsað at vera eitt farmaflogfar. Men meira og meira fóru flogførini at verða umbiðin til at flúgva við ferðafólki, tí tað kundi flúgva so langt við so nógvum fólki - heilt upp til 400 ferðafólk kundu vera umborð.
Bæði Boeing og europeiski kappingarneytin, Airbus, hava tó nú leingi framleitt flogfør sum eru munandi meira effektiv tá hugsað verður um høga prísin á brennievni. Og tí er tað, at Boeing nú steðgar framleiðsluni av 747 flogfarinum.
Roknast kann tó við, at flogfarið verður at síggja í eini 20 ár afturat, til tey seinastu eru útfasað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo