Løvubetong, sum hevur heimstað í Norðskála, og sum fast mest við at framleiða og selja betong og betongelement, hevði 5,5 mió kr í vinningi eftir skatt í fjør. Tað er munandi minni enn árið frammanundan, tá 13,3 mió kr lógu eftir. Vit skulu fýra ár aftur í tíðina fyri at finna eitt ár sum var verri enn árið í fjør.
Bruttovinningurin minkaði nógv - úr 27 mió kr niður í góðar 16 mió kr, sum bendir á, at minni var at gera. Og tá flestu útreiðslupostar vóru á sama støði, so leyp minni av. Einans starvsfólkakostnaðir lukkaðist at minka nakað. Hesin posturin minkaði úr 8,1 mió kr í 2020 til 7,2 mió kr í 2021.
Løvubetong er kortini eitt sterkt felag við eini fíggjarstøðu, sum javnvigar við nærum 82 mió kr og har 54 eru eginogn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo