Føroyskt gifti danski politikarin og fyrrverandi forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, er sambært donskum miðlum skelkaður eftir at tað er komið fram, at ein av floksfeløgum hansara í Moderaterne, Mike Villa Fonseca, heldur saman vðið eini gentu sum er bara 15 ár.
- Tað er eitt sólarklárt brot á, hvønn atburð vit í Moderaterne góðtaka. Vit kunnu ikki hava fólkatinglimir sitandi, sum hava fastar, seksuellar relatiónir til børn, sigur Lars Løkke Rasmussen millum annað.
Mike Villa Fonseca hevur sagt, at hann fer frá og ikki kemur aftur uppí politikk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo