Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Frítíðir í fólkaskúlanum eru lýstar í rundskrivinum um frítíðir og frídagar í fólkaskúlanum. Tað, eg minnist, hevur hetta bygt á somu frítíðir, men prátið um eina vetrarfrí í fólkaskúlanum fekk lív í miðlunum, eftir at landsstýrismaðurin endaði við at hugleiða um vetrarfrí í svari til munnligan fyrispurning hjá Henrik Old um fyrsta skúladag eftir summarfrítíðina.

Spyrjararnir ynskja sær vetrarfrí longu komandi skúlaár, men hjá okkum í fólkaskúlanum tykist hetta lítið sannlíkt, tí at landsstýrismaðurin lýsti longu 5. september 2022 í rundskrivi frítíðir og frídagar í fólkaskúlanum fyri skúlaárið 2023/24. Skúlarnir hava skipað komandi skúlaár eftir hesum, og tí eiga vit at lata skúlaárið 2023/24 verða sum er, sum landsstýrismaðurin eisini vísir á í sínum svari. Hvussu frítíðir í fólkaskúlanum skulu skipast í skúlaárinum 2024/25 eiga vit viðgera í felag.

Spurningarnir til landsstýrismannin snúgva seg um at fáa vetrarfrí sum part av frítíðunum í skúlanum, men nær frítíðir í fólkaskúlanum skulu vera, hongur eisini saman við, nær skúladagarnir liggja best. Hjá okkum í fólkaskúlanum hevur tað ávirkan, hvar skúladagarnir liggja, so at næmingarnir hava bestu umstøður at læra. Tí mugu frítíðirnar eisini leggjast upp ímóti, nær skúladagarnir liggja best.

Í sambandi við eina frítíð í fólkaskúlanum tekur tað tíð at rigga tað av, sum arbeitt verður við, og tað tekur tíð at finna arbeiðslagið aftur eftir frítíðina. Hjá nógvum næmingunum koppar svøvnurin á høvdið í frítíðini, í song á midnátt og upp á middegi, og fyrstu dagarnar eftir frítíðina eru nógvir næmingarnir illa svøvntir, og arbeiðslagið er hareftir. Um ein frítíð verður løgd aftrat skúlaárinum, so fara fleiri skúladagar til at rigga til og at rigga av.

Í spurningunum um vetrarfrí verður víst á, at tíðin frá jólum til páskirnar kann tykjast long, serliga tí at hetta er myrka tíðin á árinum. Hyggja vit at páskunum næstu 10 árini, so liggur pálmasunnudagur millum 21. mars og 14. apríl, tað vil siga, at skúlatíðin frá jólum til páskirnar kemur at vera frá 12 til 15 vikur. Um ein vika verður løgd til vetrarfrí í viku 7, sum ein spyrjari og landsstýrismaðurin vísa á sum sítt ynski, tí tað gera tey í Danmark, so verða skúlaskeiðini stutt frá jólum til páskir. Tíðin frá vetrarfrítíðini til páskirnar fer at vera frá 4 til 7 vikur. Til samanberingar er tíðin frá summarfrítíðini til heystfrítíðina komandi skúlaár knapt 8 vikur, og tær ganga skjótt.

Lærarar eru ymiskir á máli, hvørt vit eiga at hava eina vetrarfrí ella ikki. Ein partur vísur á, at næmingarnir kunnu vera troyttir, tá páskirnar liggja seint, og tí eiga vit at umhugsa eina vetrarfrí, men aðrir vísa á, at tíðarskeiðið frá jólum til páskirnar eru besta tíðarskeiðið til fakligu undirvísingina, tí at tíðin er long og uttan nakað brot, sum órógvar undirvísingina, ein vetrarfrí fer at taka frá hesi tíðini. So skeri eg teg har, so missi eg teg har.

Frítíðirnar í skúlanum hava søguliga hingið saman við virkseminum í samfelagnum. Summarfrítíðin er tá ljósa tíðin er, og vit kunnu verða úti, jólin tá vit savnast, og heystfrítíðin tá fjøllini verða gingin, sjálvt um hon ofta liggur nakað seint. Tá prátið nú er um eina vetrarfrí, hvat virksemi er so tongt at tíðini fyrst í februar? Veðrið í februar í Føroyum er ikki til útilív, men nøkur vísa á skíðferiu, men tað er ikki ráðini hjá øllum til tað. So um vit skulu broyta frítíðirnar í fólkaskúlanum, so eiga vit at hugsa um, hvør vinningurin er, og hvat vit missa.

Í samgonguskjalinum er ásett, at samgongan fer at endurskoða skúlafrítíðina saman við avvarðandi pørtum, so tað var væntandi, at frítíðir í fólkaskúlanum og sum vit nú síggja eisini vetrarfrí koma til umrøðu. Tá limir í samgonguni nú seta spurningar um vetrarfrí, og landsstýrismaðurin svarar so sannførdur, so rokna vit við at fáa fundarboð, áðrenn nøkur verulig viðgerð verður av málinum.

Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo