![Bardur a steig nielsen logmadur 7](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/bardur_a_steig_nielsen_logmadur-7.jpg)
![Bardur a steig nielsen logmadur 7](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/bardur_a_steig_nielsen_logmadur-7.jpg)
Løgmaður hevur í dag valt at koyra Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkis- og mentamálum, úr starvi, sbr. stýrisskipanarlógini § 29 stk. 2.
Løgmaður sigur í stuttari viðmerking, at:
- Síðani eg tók við sum løgmaður havi eg roynt at vera savnandi, diplomatiskur og rúmligur. Men samstundis má eg ásanna, at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum yvir eitt longri tíðarskeið, hevur bjóðað hesum av. Tá landsstýrismaðurin so í gjár alment heitir á onnur landsstýrisfólk um beinleiðis at ganga í móti boðum løgmans, ja tá røkkur mín rúmligheit ikki longur.
Løgmaður røkir fyribils uttanríkis- og mentamál, sbr. fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 140 frá 4. november 2022.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo