Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmansskrivstovan: Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer í morgin til München, har hann skal luttaka á árligu altjóða trygdarráðstevnuni Munich Security Conference, ið verður í døgunum 16. - 18. februar.

Hetta er 60. Árið, at ráðstevnan verður hildin, men fyrstu ferð, at umboð fyri Føroya landsstýri eru boðin at luttaka.

Síðani ráðstevnan varð hildin fyrstu ferð í 1963, hevur aðalmálið verið “friður gjøgnum samrøðu”. Á ráðstevnuni luttaka stjórnarleiðarar, ráðharrar, serfrøðingar, granskarar og umboð fyri felagsskapir úr øllum heiminum til at viðgera spurningar í mun til trygdar- og verjupolitikk.

- Vit liva í einum alsamt meira óvissum heimi, har trygdar- og verjumál fylla meira og meira. Eisini her heima hjá okkum í Føroyum. At taka lut á eini ráðstevnu sum hesari styrkir fortreytirnar fyri at møta teimum avbjóðingum, ið standa fyri framman, við trygd og verju.

- Tað skal ikki vera nakar ivi um, at aðalmálið hjá Føroyum er, at trygd og støðufesti skulu valda í Norðuratlantshavi. Vit skulu samstarva miðvíst við hini sameindu í NATO fyri at varðveita trygd og støðufesti, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo