- Føroyar eiga at styrkja sambondini við Týskland, sigur løgmaður, sum í dag hevur verið á fundi við týska varakanslaran Robert Habeck.
Á fundinum umrøddu løgmaður og varakanslarin, hvussu samstarvið millum londini kann styrkjast, og hvussu handilsviðurskiftini kunnu betrast. Á fleiri týðandi økjum er formliga samstarvið við Týskland skipað sambært avtalum millum Føroyar og ES. Løgmaður greiddi tí frá arbeiðinum at gera ein yvirskipaðan samstarvskarm millum Føroyar og ES.
Robert Habeck er eisini búskapar- og veðurlagsmálaráðharri, og til fundin umrøddu teir eisini tiltøk á veðurlagsøkinum og tørvin á grønari umlegging bæði í Føroyum og í Týsklandi.
Varakanslarin fekk føroyska landsliðstroyggju
Løgmaður er í hesum døgum í Berlin og stuðlar føroyska hondbóltslandsliðnum. Hann nýtti tí høvið at geva varakanslaranum eina føroyska landsliðstroyggju, við undirskriftum hjá Hákuni West av Teigum og Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, sum báðir spæla á høgum støði í týskum hondbólti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo