At eg ikki var vøkur gjørdist mær ein signing. Tað fekk meg at dyrka mínar innaru gávur. Vakurleiki er ein forðing fyri kvinnuna
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Summarfestivalurin: Seinnu árini hevur danski bólkurin ADHD havt eitt hitt fyri og annað eftir og hevur yvir hundraða milliónir stroymingar á ymisku netmiðlunum. Tónleikurin er lættur, lívligur og fangandi, og tekstirnir eru skemtandi og stundum nakað argandi. Sangheitini siga kanska tað mesta: “Vodkafjæs”, “Pizza”, “KranAlarm” og “V for sejr”.

Frederik Dyrby Nielsen hevur verið høvuðsmaður at skriva, framleiða og framføra sangirnar, og hann kemur á Summar Festivalin at spæla allar teir kendu ADHD-sangirnar.

Sangirnir hjá ADHD hava serliga fangað tey ungu, og lagt verður upp til festliga veitslukonsert á Summar Festivalinum í august.

– Tónleikur skal ganga skjótt fyri seg, og tað snýr seg um at gera okkurt, sum fangar tey ungu. Megnar tú at gera nakað, sum tey ungu fáa áhuga fyri á netinum, so spreiða sangirnir seg skjótt. Og tað kunnu hesir eitt sindur fjollutu sangirnir, sigur Frederik Dyrby, sum umframt ADHD-sangirnir eisini hevur skrivað hitt til onnur.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 3. til 5. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo