Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Liverpool hevur mist tvey dýrabar stig í meistarastríðnum í ensku Premier League.

Hetta er greitt, eftir at liðið í kvøld leikti javnt 1-1 á útivølli ímóti West Ham United.

Liverpool legði seg á odda 1-0 í 22 minutti við máli frá Sadio Mané - eitt mál, sum skuldi havt verið kolldømt vegna rangstøðu -, men longu seks minuttir svaraði West Ham United aftur og javnaði. Málskjútti var Michail Antonio.

West Ham var betra liðið stórar partar av dystinum og kundi havt lagt seg á odda 2-1 í 73. minutti, tá Mark Noble fekk bóltin í sera góðari støðu. Noble sendi tó bóltin beint upp um málið.

Liverpool var betra liðið síðstu 20 minuttirnar og fekk ein risamøguleika í 93. minutti, tá Divock Origi gjørdist púra leysur við West Ham málverjanum.

Origi, sum í roynd og veru stóð í rangstøðu, megnaði tó ikki at skora, og harvið mugu Klopp og hansara menn staðfesta, at Liverpool nú bert er trý stig frammanfyri Manchester City á stigatalvuni.

Liverpool hevur 61 stig fyri 25 dystir, meðan City hevur 58 stig fyri 25 dystir.

Mikukvøldið kann City leggja seg á 1. plássið í Premier League, tá felagið skal leika á útivølli ímóti Everton.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo