Bretski miðilin The Times sigur seg vita at Liverpool og Manchester City gjørdu loyniliga semju í 2013, eftir at Liverpool hevði hackað seg inn í leikaradátugoymsluna hjá City í átta mánaðir í 2012 og 2013.
Brendan Rodgers var Liverpool-venjari tá.
Tað skrivar norska TV 2.
Liverpool viðgekk ongantíð hackingina, sambært enska miðlinum, og málið kom ongantíð í rættin. Og hvørki Liverpool ella City vilja gera viðmerking til málið.
The Times-viðmerkjarin Matt Dickinson kallar málið fyri eina av størstu Premier League-skandalunum nakrantíð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo