Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Árni Skaale, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu – og samferðslumálum
Evni: Støðan í tunlum

Spurningar:
1. Hvussu nógvir tunlar í Føroyum hava ikki innlagt el, og hvørjir eru hesir tunlarnir?

2. Hvussu nógvir tunlar hava einans neyðljós og ikki koyribanaljós, og hvørjir eru hesir?

3. Nær kann væntast, at Kunoyartunnilin verður uppgraderaður við koyribanaljósi?

4. Er ein prioriterað ætlan um, hvussu verandi tunlar verða uppstigaðir, soleiðis at teir liva upp til tey krøvini (ella vanligan standard), sum vera sett til tunlar í dag?

Viðmerkingar:
Føroyskir tunlar eru sum heild á einum høgum støði. Tann elsti tunnilin er skiftur út við ein nýggjan og tíðarhóskandi, og teir næstelstu verða um ikki so langa tíð útskiftir við nýggjar modernaðar tunlar.

Tað skerst tó ikki burtur, at nakrir av tunlunum ikki eru á hædd við tað, sum vit í dag halda vera nøktandi standard.

Ein av hesum tunlunum er Kunoyartunnilin. Serligar er tað eyðsýnt, at eingi koyribanaljós eru í tunlinum.

Lítil ella ongin trygdarútgerð er í tunlinum til Kunoyar, og er hetta undir tí standardinum, sum vit vænta, at tunlar í Føroyum hava. Tó skal sigast, at tað er ein eldsløkkjari fyri umleið hvørjar 200 metrar, men hesir hava ikki ljós. Eisini hoyrist telefonin í tunlinum.

Fyri at fáa greiðu á, hvørjum støði føroysku tunlarnir eru á, verða hesir spurningarnir settir.

Á Løgtingi, 12. januar 2024
Árni Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo