Listasavn Føroya: 18. juni eru 30 ár liðin, síðani ljósfylti bygningurin, sum í dag húsar fasta savninum hjá Listasavni Føroya, varð vígdur. Tær eyðkendu pyramidurnar úr viði og glasi, reistar við íblástri frá siðbundna føroyska byggisiðinum, prýða og renna saman við vakra, grøna umhvørvinum í Viðarlundini, har bygningurin í sjálvum sær er eitt listaverk í serflokki. Palli Gregoriussen arkitektur sniðgav Listasavn Føroya í samstarvi við Niels F. Truelsen. Palli Gregoriussen teknaði eisini Listaskálan frá 1970.
30 ár eru farin, men stundir eru ikki til at standa í stað. Tíðin er búgvin til at hyggja frameftir við stórari virðing og ansi fyri tí farna, og tí ið hevur verið. Listasavn Føroya er í dag tað føroyska savnið við flest gestum árliga, og við heimsins størsta savni av føroyskari list setir hetta serliga stór krøv til karmarnar, ið skulu húsa listini í framtíðini. Listasavnið skal áhaldandi mennast sum miðlandi mentanardepil, so ein stórur partur av mentanararvi føroyinga kann varðveitast á bestan hátt og koma flest møguligum til gagns.
Við fleiri enn 28.000 vitjandi árliga, og við 2800 listaverkum í fasta savninum, er tíðin komin at taka eitt lop móti framtíðini, har savnið kann rúma tí stóra eftirspurninginum frá gestum, vaksandi altjóða áhuga og liva upp til altjóða savnskrøv.
Við at hyggja eyðmjúk aftur á tey 30 ár, ið eru farin, hyggja vit nú at teimum komandi 30 árunum við ágrýtni.
Komið við á ferð inn í framtíð Listasavnins, tá nýggj framsýning letur upp 16. juni. Framsýningin tekur okkum við aftur til byrjanina, til dagin í dag og leiðir okkum inn í eina bjarta framtíð fyri føroyska list.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 16. juni kl. 16-18.
Karina Lykke Grand, stjóri, bjóðar vælkomin. Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinna, heldur røðu. Heilsa frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í mentamálum, verður lisin.
Kl. 16:45 verður ein skaldslig ferð í myndlistini, tá Búi Rouch og Gunnvør Hoydal Brimnes lesa yrkingar um myndir og list ymsastaðni á savninum.
Kl. 17:15 spælir Knút Háberg Eysturstein nøkur løg.
Listasavn Føroya bjóðar ábit.
Sunnudagin 18. juni kl. 11 – 17 verður somuleiðis ókeypis atgongd fyri allar gestir.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo