kl. 10.00 í morgun lat upp listafrámsýning við Frits Johannesen á Posthúsinum
Kl. 14.00 varð fernisering, har Signhild V. Johannesen, forkvinna í stýrinum fyri “Mentanarhús í Klaksvík”, sum posthúsið í nærmastu framtíð skal umskipast sum, bjóðaði listamanninum vælkomnum og helt røðu fyri honum.
Síðan segði Frits Johannesen frá málningunum á framsýningini – um uppruna og søgu teirra.
Henda framsýning er opin mikudag – fríggjadag 10.00 – 15.30. Leygardag frá kl. 14.00 – 17.00
Niðanfyri verður røðan hjá Signhild V. Johannesen endurgivin:
Til Frits Johannesen, listamann!
Hetta hús hevur altíð verið nakað serligt fyri meg. Bæði sum býarmynd, tann vakri bygningur sum húsið er, og ikki minst tí, at eg sjálv havi havt eitt tætt tilknýti til húsið. Pápi mín arbeiddi øll míni barnaár her, og sjálv havi eg arbeitt her í fleiri ár, og geri tað enn. Tí eri eg ómetaliga glað fyri, at húsið eisini í framtíðini, kann verða eitt stað har eg, eins og øll onnur, fáa møguleika at vitja og kenna henda vakra bygningin. Letur ein hurð aftur, lata aðrar upp, siga vit oftani. Tað at Posta ikki ynskti at varðveita henda bygningin, gav okkum sum kommuna møguleika at keypa hann, og gera hann um til eitt spennandi og skapandi mentanarhús.
Summar løtur eru størri enn aðrar. Summar løtur flyta meiri enn aðrar. Henda løtan er størri enn aðrar. Henda løta letur upp fyri einari nýggjari byrjan. Ein nýggj byrjan fyri Klaksvík, Norðoyggjar og fyri listina burturav. Vit eiga at skapa góðar vanar og karmar, og er hetta eitt gott stig á leiðini. Við fyrstu myndaframsýningini á posthúsinum, leggja vit í dag lunnar undir eina spennandi framtíð fyri býin, har okkara komandi mentanarhús longu nú hevur fingið innihald. Eins og Torradagar eru grundarlag fyri lív og framburði í sjónum, er listin grundarlag fyri trivnaði og framburði í býnum.
Tað er ikki ein og hvør sum letur fyrstu myndaframsýningina upp her á posthúsinum. Okkara fyrsta framsýning her í dag, er ognað Frits Johannesen, ein mentamaður, sum fevnur víða og hevur sett síni spor eftir seg. Frits letur okkum ikki sleppa undan hansara listarligu gávum.
Tað er litfagurt, tað er gleði, og tað er nakað, vit kunnu fyrihalda okkum til. Alt frá sangi, talu, skriving og málningum hevur Frits ríkað samfelag okkara við. Vit kunnu ikki annað, enn takka Frits fyri tær mongu litføgru, undirhaldani og gevandi upplivingar, hann ígjøgnum árini hevur givið okkum. Í dag er tað myndlistin, vit fáa høvi til at njóta og keypa.
Tað hevur altíð verið gott samband í millum Fuglafjørð og Klaksvík. Landafrøðiliga hava vit ligið tætt saman, og vit hava ligið saman í útjaðaranum. Í felag hava vit havt ta avbjóðing sum útjaðari, at verja og lívga um tað, sum okkum er givið. Børnini, tey ungu og náttúruna.
Tað er ikki ein sjálvfylgja, at tann trivnaður vit hava skapað í felag, verður varðveittur í framtíðini, nú alskyns tilboð floyma inn yvir okkum aðrastaðni frá. Tí er tað týdningarmikið, at hóast vit liva hvør sær, ja so standa vit saman, og eru við til at menna hvønn annan. Henda framsýningin ber boð um samanhald og vinabond, yvir um sjógv og yvir um kommunumark.
Góði Frits! Tað gleðir okkum at síggja tínar litføgru, livandi og glaðu málningar, sum hóska so sera væl til hetta frálíka hølið – ja, myndevnini hóska eisini so sera væl til okkum - norðoyingar.
Frits, hjartaliga vælkomin, sum tann fyrsti listamaðurin her á Posthúsinum – komandi nýggja mentanarhúsið í Klaksvík.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo