Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Hallur Hansson á LFF Stadion í Vilnius - Mynd: Hans Erik Danielsen

Hallur Hansson á LFF Stadion í Vilnius - Mynd: Hans Erik Danielsen

Hallur Hansson á LFF Stadion í Vilnius - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: – Hetta vóru tey ringastu boðini, sum eg kundi fáa. Men soleiðis er fótbóltur, og nú ræður um at hyggja fram eftir, og koma styrktur aftur, tá tann tíð kemur, sigur Hallur Hansson við heimasíðuna hjá FSF.

Tað var í dysti fyri íslendska felagið, KR Reykjavík farna sunnudag, at Hallur Hansson mátti av vøllinum á børi.

Skanningarnar vísa nú, at knæið er so mikið skatt, at føroyski liðskiparin neyvan spælir fótbólt aftur fyrr enn um eini níggju til tólv mánaðar.

Í morgin, hósdagin klokkan 19:45, sum er klokkan 21:45 lokala tíð í Vilnius, fer landsliðið á vøllin aftur, tá Litava tekur ímóti á LFF Stadion í litaviska høvuðsstaðnum. Sunnudagin hittast Turkaland og Føroyar á Tórsvølli.

Men tað verður tíverri uttan liðskiparan og stríðsmannin á miðvøllinum, Hallur Hansson, ið higartil er skrásettur fyri 72 dystir og 5 mál fyri Føroyar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo